Søgan hjá skúlanum

Hósvíkar skúli - skúlasøgan
Gamli skúli við Toftá í Hósvík varð bygdur í 1897. Sum við flestu skúlum, bygdir hetta tíðarskeið, er talan um grótlaðaðan bygning.
Lærari um tað mundið var Ole Joensen úr Elduvík, pápi Hans Jacob Joensen, sum seinni gjørdist lærari í bygdini.
Ole Joensen var ferðalærari, og sambært Lærarabókini virkaði hann í Hvalvík/Streymnesi, Hósvík og Saksun í árunum 1896-1905.
 
Hans Jacob Joensen, Gamli lærari róptur, gjørdist lærari í Hósvík í 1922 og var lærari her í 46 ár. Hann búði við húski sínum í lærarahúsunum skamt frá skúlanum.
Skjøl frá miðskeiðis í 1800árunum og frameftir vita um eldri skúlakor í Hósvík at siga. Sagt verður frá ferðalærarum, sum undirvístu lutvíst í stovunum hjá bøndrunum í Toftum og undir Garðsenda. Næmingarnir komu í skúla við talvu og grifli.
 
Miðskeiðis í 1960árunum fer fólkatalið í Hósvík upp um 150, og sum frá leið, gjørdist Gamli skúli ov lítil. Í 1968 varð nýggjur skúli bygdur miðskeiðis í bygdini, á Trøðni tey rópa.
Gamli lærari fór úr starvi 1. december 1969 og kom sostatt at virka seinastu tíð sína í nýggja skúlanum. Um hetta mundið tók Árni Traber við sum fyrstilærari. Seinni komu Helgi í Brekkunum og onnur lærarafólk.
 
Í 1975 varð víðkað um skúlan við tveimum stovum. Um hetta mundið búgva sløk 200 fólk í Hósvík.
Skúlin virkaði eitt skifti saman við Hvalvíkar skúla, har næmingar í 6. og 7. flokki gingu.
Inntil Bygdarhúsið kom, var skúlin ein savnandi miðdepil í bygdini, eitt nú í sambandi við árliga jólahaldið.
 
Fyrst í hesi øld vaks fólkatalið í Hósvík munandi, og neyðugt varð enn einaferð at víðka um skúlan. Í 2007 varð farið undir at byggja nýggja skúlaeind, ið varð tengd at gamla skúlanum.
Nýggja eindin varð tikin í nýtslu tann 15. september 2008. Alment hátíðarhald við røðum, kórsangi og felagssangi varð hildið tann 30. november 2008.
 
Næmingarnir eru fjøruti í tali. Fimm lærarar og ein stuðul starvast í skúlanum. Síðan 1985 hevur Eydna Matras Midjord verið fyrstilærari í Hósvíkar skúla.