Virðisgrundarlag

 
Mál og virðisgrundarlag fyri Hósvíkar skúla
 
 

Uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroytttu, persónligu menningini.
Fólkaskúlin eigur at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúphugsan, at næmingarnir kunnu venja íni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.
Fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Hann skal við støði í heimligari mentan menna kunnleika næminganna um føroyska mentan og hjálpa teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna við náttúruna. Hann skal búgva næminginar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.
  
Mál fyri Hósvíkar skúla
Arbeiðið í Hósvíkar skúla byggir á eitt fólkaræðisligt støðið, ið byggir á virðing fyri tí einstaka, sínamillum álit og opinleika.
 
Málsetningur
Hósvíkar skúli miðar móti at:

  • Næmingarnir uppliva skúlan sum eitt gott stað at vera, har faklig menning og trivnaður er ein natúrligur partur av skúlagongdini
  • Styrkja og menna barnsins natúrliga forvitni og gleðina við at læra
  • Gerandislív skúlans er lagt soleiðis til rættis, at næmingarnir styrkja síni samstarvsevni, sjálvbjargni og ábyrgd
  • Lærararnir arbeiða miðvíst at menna undirvísingina
  • Foreldrini vísa áhuga, samstarvsvilja og viðring fyri skúlagongdini hjá børnum sínum
  • Skúla/heimstamstarvið er soleiðis lagt til rættis, at næmingarnir læra at vísa viðring fyri hvørjum øðrum, styrkja síni samstarvsevni, sjálvbjargni og ábyrgd
  • Skúla/heimsamarbeiði: Starvsfólkið og foreldrini hava felags mál fyri tað einstaka barnið. Samstarvið tekur útgansgsstøði í virðing og opinleika. Trupulleikar vera loystir í felag. Tað er eitt sínamillumt høgt upplýsingarstøðið millum heim og skúla
  • Øll børn í Hósvíkar skúla hava virðing og umsorgan fyri hvørjum øðrum. Ábyrgdarkenslan fyri hvørjum øðrum og ognarlutum hjá hvørjum øðrum er høg. Hvør einstakur næmingur fatar týdningin av at taka lut í skúlans felagsskapi samstundis, sum hann eisini dugir at standa við sínar egnu meiningar
  • Lærarar skúlans vísa umsorgan, men seta eisini krøv