Tilbúgvingarætlan

Tilbúgving í sambandi við eldsbruna í Hósvíkar skúla
 
1. Ávaring
Øll í skúlanum skulu hava boð um eldsbrunan – rópa eldur í eller nýt ávaringarljóð.
 
2. Rýming

  • Lærararnir skulu fáa allar næmingar út úr skúlanum.
  • Øll møta á samlingarstaðnum, ið oman móti hegninum í skúlagarðinum.
  • Næminganir verða taldir.
  • Um onkur er saknaður, skal sløkkiliðsleiðarin hava boð um tað.

 
3. Fráboðan
Skúlaleiðarin (ella, um hann ikki er til staðar, ein lærari) ringir til 1-1-2
Sig frá:
· Navn
· Hvar eldur eru í
· Telefon nr. , ið ringt verður frá
 
4. Royn at sløkkja ella tálma eldinum
Í tann mun tað er gjørligt, verður roynt at sløkkja eldin ella tálma eldinum at breiða seg: við eldsløkkjarum og at lata hurðar og vindeygu aftur v.m.
 
Um vandin kemur uttanífrá:
1. Øll fara innandura
2. Lat hurðar og vindeygu aftur
3. Lurta eftir útvarpinum
4. Bíða eftir nærri boðum
 
 
_____________________________________________________
 
 

Tilbúgving í sambandi við sorg í Hósvíkar skúla
 
Tá næmingar skúlans, foreldur og lærarar koma í svára lívskreppu

Fyri at luttaka  í arbeiðinum við hesi virksemisætlan krevst ikki eitt yvirmenniskja – bert eitt medmenniskja. Kortini er tað í lagi ikki at orka uppgávuna, bert tú tryggjar tær, at ein annar tekur yvir.

 
Samskifti
Tann, ið fyrstur fær boðini hevur skyldu til at geva tey víðari til skúlaleiðaran ella flokslæraran.
Tað er umráðandi at fáa so nóvar uplýsingar um støðuna sum tilber - fyri at fyribyrgja óneyðugum gitingum.
 
Tá næmingur missir mammu, pápa ella systkin
Um tey avarðandi ikki frammanundan hava sett seg í samband við skúlan, setur flokslærarin seg í samband við heimið - fær greiði á tilburðinum - upplýsir um, at skúlin kunnar skúlafelagarnar - foreldranna ynski, um hvussu skúlin skal handfara støðuna, tá næmingurin kemur aftur í skúla - upplýsir um næmingsins møguleika fyri at fáa sálarliga hjálp.

• Flokslærarin kunnar flokkin
• Flokslærarin metur um/avtalar hvussu skúlin skal fyrihalda sær, tá næmingurin kemur aftur  í skúla
• samkenslu í sambandi við jarðarferðina.
 
Tá næmingur missur aðrar av sínum næstringum
Flokslærarin metur um støðuna í hvørjum einstøkum føri - tosar við næmingin/flokkin um tilburðin  -metur um tørvin á sálaligari hjálp.
 
Tá skúlin missir ein næming ella ein starvsfelaga
Flokslærarin setur seg í samband við familjuna - fær greiði á tilburðinum - ynski hjá   familjuni um  leiklut skúlans - upplýsur um møguleika fyri sálarligari hjálp til familjuni. 
 
• Skúlaleiðarin gevur starvsfólkunum boðini
• Upplýsing um møguleika fyri sálarligari hjálp
• Skúlaleiðarin savnar næmingarnar til felags kunning.
• Tilburðurin er eftirfylgjandi til umrøðu, eftir tørvi, í flokkum
• Flaggað verður á hálvari stong