Atferðarreglur

-ATFERÐARREGLUR  SKÚLANS-

Hava til endamáls: - at skapa bestu karmar um undirvísing skúlans -  at næmingarnir eru virknir í undirvísingini

 

 1.  Skúlin væntar, at næmingarnir á veg í og úr skúla og eisini í skúlanum   sýna virðing og sømiligan atburð fyri øðrum, bæði vaksnum og børnum. Somuleiðis væntar skúlin, at næmingarnir halda tær reglur og fylgja teimum boðum, ið lærarar skúlans geva.

2.  Næmingarnir skulu møta rættstundis til tímarnar, halda tímatalvuna og fylgja tí fyriskipan, sum skúlin áleggur. Næmingar, sum ikki møta rættstundis, verða skrivaðir upp.

3.  Skúlin væntar, at næmingarnir koma í skúla væl fyrireikaðir og við atburði sínum hjálpa til, so at øll kunnu fáa so nógv sum til ber burtur úr frálæruni.

4.  Næmingarnir hava skyldu at hava tey neyðugu undirvísingaramboðini, bøkur, hefti, fimleika/svimjiklæði o.a. – við í skúla. Pappír skal leggjast um allar bøklur, ið næmingurin fær til láns frá skúlanum. Tað er ikki loyvt at tekna ella skriva í hesar bøkur.

5.  Er næmingur ikki í skúla, skulu tey, ið avvarða, geva skúlanum upplýsing um fráveruna. Er næmingur vegna sjúku frá skúlanum í longri tíð ella ofta frá í styttri tíð, kann læknaváttan verða kravd. Um næmingur ikki kann taka lut í ítrótti (fimleik/svimjing), skal hann hava undirskrivaðan seðil við heimanifrá.

6.  Øll hava skyldu at lata ognir hjá øðrum næmingum fáa frið. Hvørvur peningur ella annað av virði, sum næmingur hevur við í skúla, tekur skúlin onga ábyrgd av hesum.

7.  Tað er loyvt at hava fartelefon við í skúla, men hon skal vera sløkt og ikki takast fram í skúlatíðini.

8.  Tónleikatól o.t. er bert loyvt at hava við í skúla, um avtala er gjørd um hetta frammanundan. Tað er ikki loyvt at nýta rulluskoytur, sleður, súklur o.t. ella góðgæti í skúlatíðin

9.  Er ongin avtala gjørd, skulu næmingarnir út í fríkorterinum. Um næmingur av onkrari orsøk ikki kann fara út í fríkorter, skal hann hava váttan um hetta heimanifrá. Tá klokkan ringir, heldur alt spæl uppat, og hvør flokkur fer til sítt. Um flokkur ella næmingur hevur fingið inniloyvi, hevur hann skyldu at fara væl um í skúlastovuni. Verða hesi boð ikki hildin, kann næmingur missa inniloyvið í ásetta tíð

10.  Tað er ikki loyvt at fara út um skúalns øki í skúlatíðini. Ikki er loyvt at gera ónáðir í skúlagarðinum ella hava harðligt spæl. Alt spæl skal vera so, at tað verður ongum at meini og ikki forðar øðrum næmingum at spæla ótarnað. Pappír, matleivdir o.t. skal hvørki verða tveitt úti ella inni. Næmingar hava ikki loyvi at roykja ella spæla við eld á skúlaøkinum.

11. Brýtur næmingur reglur skúlans, verður hetta átalað, og heimið fær at vita av hesum. Verður brot gjørt á reglurnar ferð eftir ferð, kann skúlin seta tiltøk í verk samb.§ 60 í løgtingslóg nr. 125. Heimið fær boð um hetta frammanundan. Endurgjald verður kravt av næmingi, ið ger seg inn á bygning, innbúgv, amboð o.a.