Jump to Navigation

Ársfundur hjá skúlastýrinum


Lagt út: 15 okt 2014

Ársfundurin hjá skúlastýrinum verður
mánakvøldið 3. nov. kl. 19.00-21.00.
Ársfrágreiðingin verður løgd fram og annars vera tað fólk, ið eru knýtt at skúlanum, sum koma at greiða frá sínum arbeiði. SSP- og AKT- lærarin, heilsufrøðingurin og lesivegleiðarin greiða frá teirra arbeiðsøki, eins og skúlaleiðarin eisini hevur eina framløgu.
Eisini verður høvi at fáa nærri kunning um arbeiðið at broyta skúlabygnaðin í kommununi.
Okkurt gott verður at fáa til matna.
Hjartaliga vælkomin, øll foreldur.
 


Les meira...

Stórhvalagildið


Lagt út: 23 sep 2014

Tað var rokan í fjøruni hósdagin 19. septembur.

Vit voru øll boðin í stórhvalagildið. Hetta var í samband við at mentunarvika var í Sunda kommunu.

Framførslan og arbeiði var gjørt í tøttum samarbeiði millum dagstovnin á Flatinum og okkara skúla.

Tað vóru serliga tey yngru næmingarnir sum vóru við, men nøkur av teimum eldru vóru eisini til stóra

hjálp. Sum sæst á myndunum var sera nógv at hyggja eftir og nógv fólk vóru møtt upp.


Les meira...

Stórhvalagildið hósdagin 18. septembur kl. 16


Lagt út: 13 sep 2014

Góðu foreldur!123.png

Í samband við Mentanarvikuna í Sunda Kommunu

fer skúlin saman við Dagstovninum á 127.png Flatinum at


Les meira...

Renn avstað, tú skalt í skúla


Lagt út: 13 aug 2014

Vælkomin til eitt nýtt skúlaár.

Vit á skúlanum gleða okkum til at taka ímóti tykkara børnum mánamorgunin 18. august. Allir næmingar skulu møta kl. 10.00, uttan 1. flokkur, sum skal møta kl.11.30.

Summi børn koma her á fyrsta sinni, onnur hava gingið í skúla nøkur ár, og uppaftur onnur ganga  seinasta árið hjá okkum. Tit skulu øll somul verða hjartaliga vælkomin! Ein broyting er í lærarahópinum: Magna er farin í annað starv og Eydis er byrjað hjá okkum. Vit ynskja henni vælkomnari.


Les meira...

Summar og seturskúlatíð


Lagt út: 27 jun 2014

Tað er soleiðis í okkara skúla, at tað eru 3. flokkur, 5. flokkur og 7. flokkur, sum eru á seturskúla. Hinir flokkarnir fara styttri útferðir.
1. flokkur súkklaði ein túr út á Oyrar. Har gingu tey ein túr niðan á hamarin og ein túr inn í gjónna. Í gjónni ótu tey matpakka og grillaðu bananir.


Les meira...
Subscribe to Front page feed


by Dr. Radut